Ferðafrásøgn: Bragdið í Algeria

ítróttur08-08-2017 - 16:24 - Jóanis Albert Nielsen

H71.fo:  H71 hevur heitt á fyrrverandi forkvinnu felagsins Sunnevu Jakobsen um at greiða frá túrinum í Algeria har hon var við sum áskoðari.

 

Undankappingin – fyrsta bragdið

Dagurin 8. januar 2017 hevur sett seg fastan í føroysku ítróttarsøguna, sum dagurin tá føroysku U21 hondbóltsdreingirnir vunnu seg víðari til HM endaspælið, sum skuldi spælast í Algeria á ólavsøku. Niðurlagið í høllini henda dagin var “vit síggjast í Algeria á ólavsøku”.


Sum hondbóltsáskoðari var hetta ein óveruligur tanki, at ungu føroysku U21 leikararnir høvdu spælt seg til eitt HM endaspæl. Stoltleikin og tjóðskaparkenslan kundu ikki haldast aftur men spríktu út millum rivjabeinini smiley Men kenslan, eg hevði sum mamma, var ein heilt onnur: Glað og ómetaliga stolt, og samstundis trokaði tankin seg tó fram at um, at nú skuldu dreingirnir út í heim at leika móti teimum heilt stóru. Tankar sum, at teir nú blivu tveittir fyri leyvurnar og søgan um Dávid móti Goliat, høvdu hug at yvirtaka glaða og stolta móðurhjartað.

 

Tá alt kemur til alt, høvdu vit  – hetta vikuskiftið í januar 2017 – verið vitni til tað størsta hondbóltsavrikið í hondbóltssøgu føroyinga higartil.


Ferðin til Algeria

Vit lendu í øllum góðum í Algeria 17. juli. Sum øll onnur skuldu vit gjøgnum passeftirlitið á flogvøllinum, sum sá út til at ganga væl - í hvussu so er hjá øllum teimum framman fyri okkum. Komin framat passeftirlitinum, blivu allir føroyingarnir tiknir til síðis, tó slapp yngsti føroyingurin ígjøgnum uttan trupulleikar, meðan mamman bleiv steðgað. Har stóðu vit so, mitt ímillum harttalandi Algerar á hálvbronglaðum enskum, sum illa bar til at skilja, við ongum passum, tí hesi vóru tikin frá okkum. Hetta hóvaði ikki øllum, og onkur var, sum ikki vildi góðtaka støðuna og hevði hug at ilskast inn á alt og øll. Har var ein øgilig málageipan á arabiskum, og tað sá út til, at menn høvdu hug at fara til hendurs. Tá er tað ein avbjóðing at standa mitt í rokanum og ikki skilja eitt orð og tí onga hóming hava av, hvat er á vási. Seinri vísti tað seg, at ein persónur var farin framum í bíðirøðini, og hetta fór ikki óátalað fram við hjá algerum – minti ikki sørt um, tá onkur bilur var farin framum í bilrøðini  á Skopunarkai laugh


Eftir at hava verið passleys í hálvan annan tíma á flogvøllinum í Algeria fingu vit passini aftur, og glað vóru vit. Høvdu bílagt shuttle til hotellið, og tað gekk sum eftir ánni.  Vit áskoðarar búðu mitt í Algeriabýi, meðan U21 ferðaliðið búði úti við vesturstrondina 15 kilometrar frá hotellinum, har vit hildu til.


Les meira her.