Stjórin á Vága Floghavn - Gudny Langgaard.

Ferðafólkatalið vaks við 24% í apríl

vinna23-05-2019 - 14:27 - Jóanis Nielsen

Vøksturin í ferðafólkatalinum umvegis Vága Floghavn heldur fram. Til og við apríl høvdu 102.879 ferðafólk ferðast umvegis flogvøllin, samanborið við 92.180 ferðafólk somu tíð í fjør. Tað er ein vøksur á 10.699 fólk, sum svarar til 11,6%. 

Vøksturin í apríl var serstakliga høgur, við einum vøkstri á 24,1%. Mars var hinvegin metlágur, við einum halli á 2,7%. Páskirnar í 2018 lógu partvís í mars, ið ávirka tølini fyri mars og apríl. 

Vága Floghavn er í holt við at gera betringar í farstøðini. Umsitingin av bilaútleigan er flutt í gomlu farstøðina. Hetta fyri at betra um plássið í nýggju farstøðini, umframt aðrar smávegis broytingar.