Ferðafólkatalið rundaði 300.000 í september

Vinna15-10-2018 - 16:47 - Jóanis Albert Nielsen

Vøksturin í ferðafólkatalinum umvegis Vága Floghavn heldur fram. Til og við september høvdu 300.576 ferðafólk ferðast um flogvøllin.

Vøksturin í mun til somu tíð í fjør var 29.511 ferðafólk, sum svarar til 11%.

Samanborið við í fjør var tað ikki fyrr enn oktober var liðugur, at ferðafólkatalið kom upp á 300.000. Tað vil siga ein mánað seinni.

Vøksturin fyri september í mun til september í fjør er 13,2 %.

Farmurin veksur eisini nógv. Fram til og við september eru 1213 tons farin um flogvøllin. Somu tíð í fjør var talið 433 tons. Framgongdin er 180%.

Postflutningurin er minkaður eitt lítið vet. Frá 188 tonsum fyrstu níggju mánaðirnar í fjør til 186 tons somu tíð í ár. Ein minking á 2 prosent.