Ferð komin á grøna orkuskiftið

Politikkur01-06-2017 - 17:03 - Jóanis Nielsen

Týsdagin samtykti Løgtingið uppskot frá tinglimum, sum ger tað bíligari hjá føroyska húskinum at fáa sær hitapumpu til at hita húsini. Hetta er triðja ítøkiliga átakið á grønu kósini seinastu dagarnar.

Landsstýrið hevur í samgonguskjalinum sett høg mál innan orkuøkið. Eitt av málunum er, at í 2025 skal í minsta lagi helvtin av sethúsum og bygningum verða hitað við orku frá varandi orkukeldum. Eisini hevur landsstýrið sett sær fyri, at eggjast skal til, at ferðslan á landi verður rikin við orku frá varandi orkukeldum.

Sum liður í at røkka settu málunum hevur løgtingið seinastu tíðina samtykt trý lógaruppskot, ið skulu virka fyri hesum málum. Tey trý eru hesi:

  • Til tess at gera tað meira eggjandi hjá vanliga húskinum at velja grønar orkuloysnir verður meirvirðisgjald á hitapumpum og uppseting nú endurrindað. Hetta hevur við sær, at hitapumpur verða upp til 30.000 kr. bíligari at útvega. Uppskotið er úrslit av góðum samstarvi millum tinglimir úr Tjóðveldi, Javnaðarflokkinum, Framsókn og Sjálvstýri.
  • Fyri at tryggja brúkaran best møguligt hevur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, lagt fram uppskot, at einans góðkendir installatørar kunnu seta upp hitapumpur. Ein uppgáva hjá góðkendum installatørum er eisini at veita ráðgeving, áðrenn avgjørt verður at útvega hitapumpu. Hetta varð samtykt í Tinginum í farnu viku.
  • Eisini er uppskot hjá landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum, Kristinu Háfoss, um at el- og vetnisbilar verða frítiknir í meirvirðisgjaldi fyri upp til 70.000 krónur samtykt. Málið við hesum er at seta eyka ferð á umleggingina frá akførum, ið nýta dálkandi brennievni, til meira grøn akfør, ið nýta brennievni frá varandi orkukeldum.

Umframt hetta verður eftir Ólavsøku uppskot til løgtingslóg klárt, ið leggur upp til, at el til hitapumpur og til elbilar verður bíligari. Arbeitt verður eisini við tilmælum til onnur ítøkilig uppskot um átøk at seta í verk til tess at røkka seta málunum. Í viðmerking siga Sirið Stenberg og Kristina Háfoss, landsstýriskvinnur.

“Hesar seinastu dagarnar er verulig ferð komin á grønu kósina, sum sett er út í kortið. Hesi trý uppskotini, sum hava kjølfesti í breiðum semjum í Tinginum draga somu grønu kós. Vit fegnast um, at ein stórur partur av løgtinginum hevur tikið undir við hesum uppskotum, tí hetta er stór avbjóðing, sum krevur breiða undirtøku bæði politiskt og millum manna.

Tess fleiri brúkarar, ið velja hesar loysnir, tess meira varandi orkukeldur kunnu vit gagnnýta og minka oljunýtsluna. Vit gleða okkum til í næstum at kunna seta fleiri tiltøk í verk, ið kunnu flyta okkum fram móti grøna málinum”.