Felagsdøgurði í Saron í Sandavági

mentan18-06-2017 - 07:04 - Jóanis Nielsen

Í dag sunnudagin, verður guðstænasta og sunnudagsskúli sum vanligt kl. 11. Aftaná sunnudagsskúlan og guðstænastuna, bjóða vit øllum til góðan døgurða í meinigheitshúsinum.Øll eru vælkomin!

Í samband við døgurðan, verður møguleiki at lata stuðul til SIMBA, sunnudagsskúlaarbeiðið hjá Heimamissiónini.
Vit gleða okkum at síggja nógv fólk, børn og vaksin, ung, mammur, pápar, ommur, abbar, langommur og langabbar v.m.

Meinigheitshúsið Saron í Sandavági