Nýggjastu


Felags bussleið í oynni

Politikkur29-10-2020 - 16:28 - Jóanis Albert Nielsen

Eg setti fram uppskot fyri nøkrum árum síðani, í næst síðstu setu, um tað hevði verið áhugavert at stovnað eina felags bussleið.

Báðar kommunurnar, bæði tá og nú, hava í hvør sínum lagi busskoyring av ymiskum slag.

Tá var so ikki undurtøka at stovna eina bussleið.

Vit kundu havt farleið heilt frá Gásadali til Sandavágs. Ein orðing, ið hevur verið brúkt nógvu seinastu árini í samband við fiskivinnunýskipanir, er ”verandi aktørar” (flutningsvinnu)

Vit hava fleiri verandi aktørar í flutningsvinnu í oynni, bæði stórar og smáar. Og við hesum koronatíðum, er nærliggjandi at hugsa, at grundarlagið at koyra ferðafólk í bussum, stórum og minni taxabussum, ikki er so gott, og vit vita ikki nær tað blívur betur.

Tí fari eg, um eg veri valdur, at arbeiða fyri, at kommunurnar í fyrstu atløgu kanna møguleika av kostnaðin, títtleikan og rutur. Hetta arbeiði skal so gerast í samstarvi við verandi aktørum.

Tað kann møgulika gerast nakað kostnaðarmiklari, enn í dag. Men fyrimunirnir eru nógvir og góðir.

T.d kunnu tænastur verða betur atkomuligar fyri borgaran. Borgarar, ið ikki hava bil ella koyrikort, høvdu fingið møguleika at brúka hesa tænastu til bankar og posthús. Ungdómur og annars borgarir, ið brúka tey ymisku ítróttarligu og mentanarligu tilboðini, høvdu eisini fingið gleði av hesum.

Sannlíkt er, at ein annar fyrimunur við hesum hevði verið, at bilferðslan minkaði. Harumframt hevði hetta eisini havt umhvørvisligar fyrimunir við sær, og verið eitt stig á leiðini viðvíkjandi grønu kósini.

Alt ger mun, segði Snopprikkur og pissaði í havið. Tí muga visiónirnar røkka longur enn at bara at hugsa um upphiting av byggningum. Allur bøti batur, og tí má man eisini tora at hugsa aðrar leiðir.