Felagið Camping hevur havt aðalfund

24-11-2021 - 16:45 - Jóanis Nielsen

Á ársaðalfundinum hjá Camping.fo sum var hildin í Karet, Hotel 62°N. Týsdagin 23.11.2020. Var nevndarval.

Tummas Heri Thomassen, Hans Jákup Kollslíð og Tórun Fredriksberg Dalfoss stóðu fyri væli. Øll tóku við afturvali.

Magnus Jacob Magnussen og Rasmus Petur Tróndheim eru valdir sum tiltakslimir.

Hetta er fyrsta setan hjá Rasmus Petur Tróndheim sum tiltakslimur.

Sigrun Rubeksen er vald til grannskorðara.

Nevndin hevur skipa seg.

Ivan Skorheim, Formaður
Krissolvur Johannesen, Næstformaður
Tummas Heri Thomassen, Skrivari
Hans Jákup Kollslíð, Kassameistari
Tórun Fredriksberg Dalfoss, Nevndarlimur
Magnus Jacob Magnussen, 1. Tiltakslimur
Rasmus Petur Tróndheim, 2. Tiltakslimur (Nýggjur)