FBF: Føroyar – Noreg 0-3 (27-29, 8-25, 20-25)

ítróttur20-10-2021 - 13:18 - Jóanis Nielsen
Genturnar taptu bronsuna í russjubanatúri
Føroyar – Noreg 0-3 (27-29, 8-25, 20-25)
Tað sá svart út í fyrsta setti, tá Føroyar vóru aftanfyri 11-17 og 14-20, men við øgiligum vilja bardu tær føroysku seg upp á javnt við støðuna 22-22 og løgdu seg síðan framum 24-22. Men hvørgin settbólturin varð vunnin, og tað var tann triði heldur ikki, tá Føroyar førdu 26-25. Ístaðin fór Noreg framum og vann at enda sín triðja settbólt og marathon-settið 29-27 við einum serviessi.
Mentali russjutúrurin mundi helst hava kostað kreftir, tí føroyska liðið var um ein háls í næsta settinum og kom afturum 15-3, áðrenn Noreg vann 25-8.
Í triðja setti komu Føroyar fyri seg aftur, men við 18-18 tók Noreg dik á seg og vann settið 25-20 og harvið bronsuna.
📷 NEVZA U17 Volleyball Championship
Myndin er frá dytinum Føroyar - Danmark í bólkaspælinum