Faxe-kondi steypakappingin verður skotin í gongd á Giljanesi í kvøld

ítróttur02-12-2020 - 07:43 - Jóanis Albert Nielsen
Í kvøld klokkan 20 verður Faxe-kondi steypakappingin hjá monnum skotin í gongd í høllini á Giljanesi.

Tað er SÍF sum tekur ímóti næstbesta liðnum hjá H71.

Talan er um ein undandyst fyri at koma í bólkaspælið.

Vinnarin av dystinum vinnur pláss í bólkaspælinum saman við teimum 7 liðunum úr Burn deildini.