Fara nú til hús fyri í kvøld - hava ikki avtalað nær møtast skal aftur

Politikkur11-09-2019 - 23:06 - Jóanis Albert Nielsen
Í allan dag hava flokkarnir sitið og tosað um málsaøkjabýtið, men eingin semja er funnin um tað enn.

Bárður á Steig Nielsen segði við miðlarnar í kvøld, at tey nú eru liðug fyri í kvøld, og tey eru ikki komin fram til nakra semju í samband við býti av málsøkum. 

Bárður á Steig Nielsen er framvegis við gott mót, men samstundis segði hann, at flokkarnir hava ikki avtalað nær tey skulu møtast aftur í morgin.

Flokkarnir eru samdir um hvat skal standa í samgonguskjalinum.