Fara menn ikki, kann heilsuverkið fara til teirra

politikkur14-03-2017 - 15:39 - Jóanis Nielsen

 Tíðindaskriv:

Fara menn ikkikann heilsuverkið fara til teirra.


Føroyskir  menn hava lægri miðallivialdur enn kvinnurMenn liva í miðal 78,9 ár, ímeðan føroyskar kvinnur liva í miðal 83 ár.  Í grannalondum liva menn eisini longri enn føroyskir mennHetta er ein álvarsligur trupulleiki, og ein av orsøkunum er óivað, at menn eru ov seinir at lata seg kanna.

 

Fyri at bøta um støðuna hava løgtingslimirnir Joen Magnus Rasmussen fyri Fólkaflokkin og Bill Justinussen fyri Miðflokkin lagt fram uppskot, sum kann skapa betri møguleikar hjá monnum at verða kannaðir og fáa hjálpáðrenn tað verður ov seint.

 

Um menn ikki fáa upp í lag at koma til heilsuverkið, so kann heilsuverkið við hesum átaki koma teirraAntin heima við hús, ella at avtalur og samstarv verða gjørd við arbeiðspláss um at koma á heilsuvitjan. Hugsandi er at gera eina royndarskipan við mobilum eindum, har grundleggjandi fyribyrgjandi kanningar verða gjørdar. Til dømis at máta blóðtrýstkanna kolesterolinnihaldkanna blóðsukur og taka blóðroynd.

 

Uppskotssetararnir meta, at menn hava bráðfeingis tørv at lata seg kanna. Eydnast royndin væl, kann skipanin framyvir víðkast til eisini at umfata kvinnur.


Uppskotið nr 120/2016 kemur til 1. viðgerð á løgtingsfundinum fríggjadagin 17. mars.


Joen Magnus Rasmussen fyri Fólkaflokkin og Bill Justinussen fyri Miðflokkin.