Fara aftur at skjóta á Skálatoftum í morgin

mentan29-12-2017 - 20:16 - Jóanis Nielsen

 Vit hava í kvøld tosað viðJens Martin Paula Mohr, sum var ein at 11 harumonnum á Skálatoftum í dag, hann sigur, at teir fara avstað aftur í morgin, mest fyri at taka metið frá 1996, tá ið teir fingu tilsamans 271 harur, higartil í ár eru teir komnir til 258 harur, so um teir í morgin koma uppá 14 harur, so er nýtt met. Í ár hava teir verið 6 harutúrar á Skálatoftum.

Skálatoftir er ein gomul bygd á eystursíðuni á Borðoy, sum varð avtoftað í 1914, tað¨varð 3. ferð at bygdin varð avtoftað.

Skálatoftir liggur beint yvirav Skarðsbygd, sum er á Kunoy, Skaðsbygd varð avtoftað í 1919, Skarðsbygd misti 7 mans, sum vóru til útróðrar 23. desember í 1913, tað førdi til, at bygdin avtoftaïst.

Jens Martin Pauli Mohr sigur, at teir komu aftur til Klaksvíkar um 6-tíïna í kvøld - hann sigur eisini, at teir í dimmalættingini í morgin verða ávegis aftur á Skálatoftir, men tá verða teir 6 í tali.

Vit ynskja harumonnunum góðan túr í morgin.