Fann sína biologisku familju ígjøgnum Facebook - nú fer hon at vitja tey

top20-11-2017 - 12:25 - Jóanis Albert Nielsen

5. feburar í ár skrivaðu vit eina grein um Duritu Ana Alejandra Granadu, sum fann síni biologisku foreldur ígjøgnum Facebook. Les tí greinina við at trýsta her.

Í gjár fór Durita úr Føroyum til Danmarkar, har hon síðani skal víðari til Colombia at hitta síni biologisku familju.

Durita skrivar á Facebook:

Leingi er tad í væl skal vera! Men endiliga kann eg siga at nú byrjar mín ferð yvirum atlants havið heilt yvir til Colombia at møta mínum biologisku røtum. Hetta kennist sera undarligt, men eisini óverðuligt. Ringt at seta orð á hvat fyri einar kenslur man hevur í hesari støðuni men eitt er so heilt sikkurt at eg eri nakað so spent, forvitin (nervøs er ikki orð!) og so sjálvandi eisini glað fyri at hesin dagurin endiliga upprann og ikki minst at hava hesi fantastisku foreldruni við mína lið... ❤️ Ringt at fara uttan lítla skrýnið Ísak Emilio, men eitt er sikkurt at hetta er allarhelst ikki síðstufer eg fari 🇨🇴😊.