Familjan stendur hjálparleys

mentan11-12-2019 - 23:42 - Jóanis Albert Nielsen

Í sambandi við hendingina, sum fór fram í Miðvági mánakvøldið, hava vit tosað við mammuna at 35 ára gamla mannninum, sum brúkti skotvápn.

Mamman sigur, at tey øll t.v.s. foreldur og systkin standa hjálparleys eftir hendingina. Tey eru øll í svárari neyð – familjan saknar eitt stað har tey kunnu fáa kreppuhjálp í hesi sváru tíð teirra, hon sigur víðari, at ein prestur kom á vitjan í gjár, og tað var familjan sera glað fyri.

Sonurin talan er um hevur í longri tíð drigist við sjúku og var fyri stuttari tíð síðani lagdur undir skurð á Ríkissjúkrahúsinum. Skurðviðgerðin gekk væl, men síðani sonurin kom aftur til Føroyar hevur hann verið í djúpari kreppu, sum helst var atvoldin til óhugnaligu hendingina mánakvøldið. Maðurin skal eftir ætlan aftur á Ríkissjúkrahúsið tann 14. Januar 2020.

Tann 35 ára gamli maðurin, sum var raktur av skoti frá løgregluni liggur framvegis á Landssjúkrahúsinum og er í respirator. Hann var lagdur undir skurð náttina til mikudagin, tí neyðugt var at taka annað nýra.

Mamman leggur áherðslu á, at hon heldur, at tá slíkar hendingar henda, eiga tey avvarðandi at fáa boðið hjálp skjótast møguligt.