Falkur og Heykur hava landað í Runavík

vinna05-12-2017 - 20:00 - Jóanis Nielsen

 Partrolararnir Falkur og Heykur hava í dag landað til Faroe Origin í Runavík, teir høvdu 260.000 pund, so gott sum alt var upsi.

Teir hava hendan túrin roynt víða um.

Nær teir fara nýggjan túr vita vit ikki, men veðurforsøgnin fyri komandi dagarnar er ikki góð, so kanska teir bíða til fyrst í komandi viku.