Fagraberg verður sleipaður til lands

vinna16-04-2019 - 10:13 - Jóanis Nielsen

 Fagraberg sum royndi eftir svartkjafti sunnast í føroyskum sjógvi, fekk sunnudagin posan um síðuskrúvuna, har var einki at stilla upp, uttan at biða um hjálp, Brimil fór honum til hjálpar og sleipar Fagraberg á Havnina, teir verða á Havnini seinnapartin í dag, sigur reiðarin Anfinn Olsen við JN.fo.

Tað er fríkst lot sunnanfyri, so tað hevur ikki gingið so skjótt í nátt, teir eru nú komnir norðurum Akraberg.

Fagraberg hevur eini 600 tons av svartkjafti í tangunum, tað skulu teir landa til Havsbrún.