Fagraberg og Høgaberg skulu landa til Havsbrún

vinna12-04-2018 - 23:20 - Jóanis Nielsen

 Høgaberg kom á Fuglafjørð í dag við 2.000 tonsum av svartkjafti, sum teir skulu landa til Havsbrún - Í løtuni landar Borgarin, síðan eigur Norðingur tørn og so Høgaberg, teir sleppa framat leygardagin.

Fagraberg kemur á Fuglafjørð kl. 4 í nátt, teir hava 2.600 tons, Fagraberg sleppir at landa seinnapartin sunnudagin.

Nógv skip eru á feltinum sunnanfyri. 

Íslendsku skipini Víkingur og Hakon sigla til Íslands, báðir fullfermdir av svartkjafti.