Fagraberg landar til Havsbrún í kvøld

vinna11-06-2017 - 15:34 - Jóanis Nielsen

 Fagraberg kom á Fuglafjørð um 10-tíðina í morgun við 2.800 tonsum av svartkjafti, sum teir skulu landa til Havsbrún.

Í løtuni landar Borgarin til Havsbrún, teir verða liðnir kl. 10 í kvøld og tá sleppir Fagraberg framat.