Fagraberg landar svartkjaft til Havsbrún

vinna10-01-2018 - 20:04 - Jóanis Nielsen

 Fagraberg kom á Fuglafjørð fyri løtu síðan við 2.600 tonsum av svartkjafti, sum teir skulu landa til Havsbrún, teir sleppa framat at landa beinanvegin.

Fagraberg hevur roynt sunnast í føroyskum sjógvi, har hini føroysku svartkjaftaskipini eisini royna.