Fagraberg landar makrel til Pelagos

vinna12-09-2018 - 09:00 - Jóanis Nielsen

 Fagraberg kom á Fuglafjørð um middagsleitið í gjár við 800 tonsum av makreli, sum teir hava fiskað norðanfyri, bæði í føroyskum og altjóða sjógvi.

Fagraberg slapp framat at landa á middnátt í gjárkvøldið hjá Pelagos í Fuglafirði.

Tá ið liðugt er at landa fara teir beinanvegin nýggjan túr.