Fagraberg kemur á Fuglafjørð við 800 tonsum av svartkjafti

vinna05-11-2017 - 17:22 - Jóanis Nielsen

 Fagraberg kemur á Fuglafjørð í kvøld við 800 tonsum av svartkjafti, sum teir skulu landa til Havsbrún í Fuglafirði.

Fagraberg hevur roynt eystanfyri í einar 3-4 dagar, har royna eisini Slættaberg, Christian í Grótinum og íslendska skipið Hoffell.