Fagraberg kemur á Fuglafjørð seinnapartin

vinna12-01-2019 - 11:44 - Jóanis Nielsen

 Fagraberg siglir inn av svartkjaftafeltinum, teir koma á Fuglafjørð um 3-tíðina í dag. Fagraberg hevur 2.400 tons, sum teir landa til Havsbrún.

Í morgun royna 9 føroysk skip sunnast í føroyskum sjógvi, eitt grønlendskt, eitt norskt og tvey russisk.