Fagraberg kemur á Fuglafjørð seinnapartin

vinna17-11-2019 - 11:44 - Jóanis Nielsen

 Fagraberg, sum hevur roynt í altjóða sjógvi - einar 400 fj. norður úr Føroyum, kemur á Fuglafjørð um 3-tíðina í dag, við 1.700 tonsum av sild, sum teir skulu landa til Pelagos í Fuglafirði.

Tey føroysku skipini, ið royna eftir sild eru øll í altjóða sjógvi norðanfyri.