Fagraberg kemur á Fuglafjørð í kvøld við sild

vinna20-09-2019 - 14:22 - Jóanis Nielsen

 Fagraberg, sum hevur verið á sildaveiðu í íslendskum sjógvi, kemur á Fuglafjørð um 7-tíðina í kvøld, við 1.700 tonsum av sild, sum teir skulu landa til Pelagos í Fuglafirði.

Nú eru Jupiter, Næraberg og Norðborg á sildaveiðu norður úr Íslandi.