Fagraberg, Borgarin og Norðingur koma øll á Fuglafjørð

vinna24-03-2019 - 22:55 - Jóanis Nielsen

 Svartkjaftaskipini - Fagraberg, Borgarin og Norðingur - eru øll áveg á Fuglafjørð við svartkjafti, sum er fiskaður í ES-sjógvi vestur úr Írlandi.

Fagraberg verður á Fuglafirði seint í nátt. Borgarin og Norðingur hava krokað við Hebridurnar, tey eru nú farin at sigla og verða á Fuglafirði í morgin.