Færøerne findes faktisk, Mette

Vinna02-06-2020 - 20:47 - Jóanis Albert Nielsen

15. juni letur Danmark upp fyri ferðafólkum úr Noreg, Íslandi og Týsklandi. Men Føroyar vórðu ikki nevndar á tíðindafundinum hjá danska forsætisráðharranum, Mette Frederiksen, fríggjadagin í seinastu viku. Tí eggjar Visit Faroe Islands nú føroyingum og øllum øðrum, ið hava havt góðar ferðaupplivingar í Føroyum, at hjálpa við at fáa Føroyar á heimskortið, nú danska stjórnin hevur gloymt okkum.

“Vit hugdu við spenningi eftir tíðindafundinum hjá Mette Frederiksen í seinastu viku og løgdu skjótt merki til, at Føroyar ikki vórðu nevndar sum eitt av londunum, sum danir kunnu ferðast til eftir 15. juni. Fleiri danskir miðlar gloymdu eisini Føroyar í sínum tíðindaflutningi. Nú vilja vit bara minna danir á, við einum stuttligum priki, at Føroyar eru til, og at danir eru vælkomnir til Føroyar í summar,” sigur Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands.

Visit Faroe Islands vil eggja øllum føroyingum í Føroyum, Danmark og aðrastaðni at fáa Føroyar aftur á heimskortið við at deila myndir úr Føroyum á sosialu miðlarnunum, at nýta #FærøerneFindesFaktisk og at frámerkja @Mette Frederiksen.

Endamálið er at vísa á tað fantastiska, ið Føroyar kunnu bjóða sum ferðamál.

Ein stuttur filmur við eini áheitan frá Guðrið Højgaard til danska forsetisráðharran sæst.

[vimeo=http://vimeo.com/425053451]