Fáar streingir at spæla uppá

ítróttur13-09-2018 - 19:04 - Jóanis Albert Nielsen

HSF: – Hópurin sær spennandi út, men hann er sera smalur.

Tað sigur hondbóltssnillingurin í Kollafirði, Hans Eli Sigurbjørnsson, um besta liðið hjá KÍF, nú nýggja kappingarárið byrjar um vikuskiftið.

KÍF má nevniliga klára seg uttan Fríða Weyhe, sum er fluttur til Damarkar, Rúna Joensen, ið er farin til Íslands, Magnus Müller, sum er farin aftur til barndómsfelagið VÍF, og Jaspur Joensen og Rógva Weihe, sum báðir hava sett hondbóltsskógvarnar á hillina.

Fráfallið hevur verið stórt, men nakað av tilgongd hevur eisini verið. Millum annað hava kollfirðingar fingið ein høgrabakk úr Montenegro.

– Borko hevur ótrúliga góð skot. Tað gongur væl til venjing, so tað verður spennandi at síggja, hvussu tað fer at hilnast hjá honum í dystum, sigur lítillátni liðskiparin.

Niklas Reginsson, sum er fluttur aftur til Føroya eftir lokan lestur, er eisini farin aftur í reyðu blusuna, og KÍF hevur eisini fingið tilgongd av Joakim Jürs, ið var málverji hjá STÍF í fjør, og einum ungum spælara úr H71 og einum úr Neistanum.

Tað gekk óvanliga illa hjá KÍF í fjør, sum bara fingu skavað 14 stig saman og endaðu á einum aftasta plássi.

Hetta skal broytast.

– Tað eru fleiri lið, sum uttan iva eru sterkari enn vit, men vit ætla so at gera okkara til at geva øllum harða mótstøðu. Málið er at gera tað betri enn í fjør, sigur Hans Eli Sigurbjørnsson.

Fyrsti dystur hjá KÍF kappingarárið 2018/19 er móti Neistanum leygardagin klokkan 18.00 í Høllini á Hálsi .