Eysturrutan yvirtekur virksemið hjá Garðataxi

vinna16-08-2017 - 09:23 - Jóanis Nielsen

Samanlegging við Garðataxa

Eysturrutan og Garðataxa hava gjørt avtalu um at Eysturrutan hevur yvirtikið virksemið hjá Garðataxa frá 1. Juli 2017.

Sostatt kemur Eysturrutan framyvir eisini at koyra fast til og frá Norðoyggjum, og verður koyrt í sambandi við allar fráferðir og komur hjá rutuflogførum hjá Atlantic Airways og SAS.

Vit vilja gera okkara besta fyri at geva viðskiftafólkunum í Norðoyggjum somu góðu tænastuna sum Garðataxa hevur veitt, tað skrivar Eysturrutan á Facebook.