Eysturoyggin tekur ein triðing av fólkavøkstrinum

13-05-2019 - 15:08 - Jóanis Nielsen

 Hagstovan skrivar:

Fólkatalið var 51.617 tann 1. apríl. Tað vaks við 860 fólkum ella 1,7% í 12-mánaðarskeiðinum 1. apríl 2018 – 1. apríl 2019. Tað kemur av einum burðaravlopi á 289, ið er munurin millum fødd og deyð, og ein nettotilflyting á 571, ið er munurin millum tilflyting og fráflyting. Samanborið við undanfarna 12-mánaðarskeiðið er burðaravlopið 74 størri, og nettotilflytingin 5 størri. Tí verður fólkavøksturin 79 fólk størri.

Munur er millum kynini í fólkavøkstrinum: tað vórðu 505 fleiri mannfólk, svarandi til ein vøkstur á 1,9% og 355 fleiri konufólk, svarandi til ein vøkstur á 1,4%.

Størsti vøksturin er í miðøkinum, t.v.s. í Eysturoy, Streymoy og í Vágum.

 

368 aftrat í høvuðsstaðnum og 293 aftrat í Eysturoy

Landafrøðiliga var stórur fólkavøkstur í øllum sýslum uttan Sandoyar og Suðuroyar sýslum. Í tali var størsti vøksturin í Tórshavnarøkinum við 368 fólkum og í Eysturoyar sýslu við 293. Síðan koma Vágaøkið og Streymoyarøkið uttan høvuðsstaðin. Í Norðoyggjum er vøksturin væl minni enn í miðøkinum. Í Sandoyar og Suðuroyar sýslum stendur í stað.

Lutfalsliga var nógv størsti vøksturin í Eysturoy við 2,6%, síðani í Vágaøkinum við 2,2%, í Tórshavnarøkinum við 1,9% og í Streymoyarøkinum uttan høvuðsstaðin við 1,5% og minst av hesum í Norðoya sýslu við 0,9%. Í Suðuroy var vøksturin bert 6 fólk, svarandi til 0,1%. Í Sandoyar sýslu var ongin vøkstur.

Frammanundan hevur tað serliga verið Tórshavnarøkið, sum í mun til fólkatalið er farið við størsta partinum av fólkavøkstrinum. So er enn, men hesin parturin er minkaður nakað, meðan Eysturoyggin tekur ein alsamt veksandi part av fólkavøkstrinum.

Í Eysturoy búgva 11.639 fólk, ið er 23% av fólkatalinum í Føroyum. Men vøksturin á 293 fólk svarar til 34% av fólkavøkstrinum fyri alt landið.

Til samanberingar búgva 19.835 fólk í Tórshavnarøkinum, ið er 38% av fólkatalinum í Føroyum, og vøksturin her var 368 fólk, svarandi til 43% av øllum fólkavøkstrinum.

Í Norðoyggjum búgva 6.162 fólk, ið er 12% av fólkatalinum, men vøksturin her á 54 fólk svarar bert til 6% av øllum fólkavøkstrinum.

Hesi síðstu fimm árini hevur verið stórur fólkavøkstur, sum sæst aftur í flestu høvuðsøkjum. Tó eru tvey av økjunum, Sandoyar og Suðuroyar sýslur, dragnað afturúr. Tað sæst skilliga, um vit seta fólkatalið 1. jan. 2014 til vísitalið 100: meðan fólkatalið er vaksið 5-10% í øllum hinum høvuðsøkjunum, so hevur verið stillstøða ella minking í Sandoyar og Suðuroyar sýslum.

 

Tilflytingin økist alsamt meðan fráflytingin ikki minkar longur
Tann stóra broytingin í gongdini í fólkatalinum kemur eina mest av broyttu flytingini, har tilflytingin er vaksin nógv, samstundis sum fráflytingin eisini er minkað.

Men meðan tilflytingin blívur við at vaksa og er nú um 1.800 fólk árliga, er minkingin í fráflytingini støðgað og liggur á sama støði við umleið 1.200 fólkum sum undanfarnu 4 árini, sum sæst á myndini niðanfyri.

Samanlagda úrslitið av størri tilflyting og minni fráflyting er, at nettotilflytingin er vaksin í stórum, og at hon hesi síðstu tvey árini er methøg í tali. Í prosentum var hon eitt vet størri um aldarskifti, tá nógv fólk fluttu heimaftur eftir hópfráflytingina og stóra minking í fólkatalinum í kreppuárunum í fyrru helvt av 1990-unum.

Samanbera vit hetta 12-mánaðarskeiðið við tey heldur vánaligu árini 2009-13, so er árliga fráflytingin nú eini 550 fólk minni og tilflytingin eini 500 størri – og tí er ein negativ nettoflyting á umleið 450 vend til eina positiva nettoflyting upp á umleið 571 hetta seinasta 12-mánaðarskeiðið 2018/19.

Eisini vøkstur í burðaravlopinum 
Samanborið við undanfarnað 12-mánaðarskeið 2017/18 var burðaravlopið (munurin millum fødd og deyð) væl størri í hesum seinasta 12-mánaðarskeiðinum, 289 nú móti 215 undanfarna skeiðið. Hetta kemur av, at føðitalið var 33 fleiri og deyðatalið 41 færri. Burðaravlopið varð sostatt 74 størri. 

Nógv fleiri mannfólk enn konufólk í fólkavøkstrinum 
Av vøkstrinum í fólkatalinum hetta 12-mánaðarskeiðið eru munandi fleiri mannfólk enn konufólk. Nógv størsti munurin er í nettotilflytingini, har tað vóru 187 fleiri mannfólk enn konufólk. Samstundis var ein lítil yvirvág av gentum í føðitalinum við 3 og í deyðatalinum ein yvirvág av mannfólki við 34, so samanlagda úrslitið varð 150 fleiri mannfólk í fólkavøkstrinum.

Á myndini niðanfyri sæst, at tað er serliga fyrsta ársfjórðing í 2018 og 2019, at tað eru munandi fleiri mannfólk í nettotilflytingini enn konufólk. Hetta er stórt frávik frá gongdini frammanundan, har tað var nøkulunda javnt millum kynini.

Sama ferðin í fólkavøkstrinum
Stóri fólkavøksturin, sum hevur verið síðst 4-5 árini, heldur fram sum sæst av myndini niðanfyri. Ferðin var veksandi frá 2014 og vaks upp í 1,5% í 2017 og er aftur økt nakað upp í 1,6 - 1,7% síðsta árið.

Sum nevnt eru tølini smá, ið gera hesar broytingarnar í burðaravlopi og nettotilflyting – og harvið í fólkavøkstri - og kann tað tí eisini broytast aftur við næstu uppgerðir.

Kommunurnar: størsti vøkstur í kommununum í miðøkinum.
Tær størstu kommunurnar veksa mest í tali. Tórshavnar kommuna við 395 fólkum, Runavíkar við 99 og Klaksvíkar við 61. Lutfalsliga er vøksturin í Runavíkar og Tórshavnar kommunum við ávikavist 2,5% og 1,9% nógv størri enn í Klaksvíkar kommunu við 1,2%.

Samantikið er størsti vøksturin í kommununum í miðøkinum, t.v.s. í Eysturoy, Streymoy og í Vágum.

Í Eysturoy er størsti lutfalsligi vøksturin í Eiðis kommunu við 3,5%, Sjóvar kommunu við 3,4%, Nes kommunu við 2,8%, Fuglafjarðar kommunu við 2,6% og Eystur kommunu við 2,2%. Vøksturin er eisini stórur við 1,8% í Sunda kommunu, ið røkkur úr Hósvík til Gjáar. 

Í Vágum veksur Vága kommuna við 2,4% og Sørvágs kommuna við 1,7%.

Av smærri kommununum er størsti vøkstur í Hovs, Fámjins, Porkeris og Sands kommunum við umleið 3%.

Hinvegin var størsta minkingin í tali í Vágs og Skopunar kommunum við ávikavist 26 fólkum (-1,9%) og 12 fólkum (-2,6%).

Samanumtikið er vøkstur í 22 kommunum, óbroytt í einari og minking í 6. Á myndini niðanfyri eru kommunurnar settar í raðfylgju frá størstu minking til størstan vøkstur í tali.

Minkar í útoyggjum
Verður hugt eftir gongdini í einstøku oyggjunum, er munandi fólkavøkstur í øllum teim stóru oyggjunum, uttan í Sandoy og Suðuroy.

Í útoyggjum er minkað við 5 fólkum í Kalsoy, 3 í Hesti, 3 í Skúvoy, 2 í Mykinesi og við einum fólki bæði í Fugloy og Viðoy.

Hinvegin er vøkstur í Nólsoy við 5 fólkum og í Svínoy við 2.

Dagførd og útgreinað íbúgvatøl eru at finna í hagtalsgrunninum her.