Eysturbúgvinn og Vesturbúgvin landaðu í Kollafirði í gjár

vinna13-06-2019 - 09:17 - Jóanis Nielsen

 Eysturbúgvin og Vesturbúgvin landaðu gulllaks í Kollafirði í gjár, teir høvdu 265 tons, gulllaksurin verður heilfrystur á Faroe Pelagic í Kollafirði.

Eysturbúgvin og Vesturbúgvin royndu sunnast í føroyskum sjógvi, teir royndu í 5 dagar.

Skipini fóru nýggjan túr seint í gjárkvøldið.

Myndirnar tóku vit í gjárkvøldið.