Eysturbúgvin og Vesturbúgvin landa makrel

vinna13-11-2018 - 11:11 - Jóanis Nielsen

 Eysturbúgvin og Vesturbúgvin, sum hava verið á makrelveiðu vestur úr Hetlandi, landa í dag - Eysturbúgvin landar til virkið í Hvalba og Vesturbúgvin kemur á Vestmanna seinnapartin, teir hava 120 tons í part.

Vit tosaðu umborð á Vesturbúgvan fyri løtu síðan, teir siga at støddin á makrelinum liggur um 400-410 gramm í meðal.