Eysturbúgvin og Vesturbúgvin landa makrel til Pelagos

vinna08-01-2018 - 15:51 -

 Eysturbúgvin og Vesturbúgvin hava verið á makrelveiðu í ES-sjógvi, teir hava roynt vestur úr Orknoyggjunum á umleið 53N og 5V.

Teir koma á Fuglafjørð um eina løtu, teir hava 240 tons, sum teir skulu landa til Pelagos í Fuglafirði.

Teir sleppa at landa mikudagin.

Eysturbúgvin og Vesturbúgvin sleppa ikki aftur í ES-sjógv, so teir fara aftur á upsaveiðu undir Føroyum, tá ið teir loysa aftur.