Eysturbúgvin og Vesturbúgvin landa í Fuglafirði

vinna20-10-2021 - 14:53 - Jóanis Nielsen

 Partrolararnir Eysturbúgvin og Vesturbúgvin koma á Fuglafjørð í kvøld við 140 tonsum av makreli, sum teir skulu landa til Pelagos, teir verða inni um 8-tíðina í kvøld.

Teir hava roynt í norskum sjógvi, tætt útfyri norsku strondini á umleið 62N og 4V.