Eysturbúgvin og Vesturbúgvin landa á Toftum

vinna17-05-2017 - 14:51 - Jóanis Nielsen

 Partrolararnir Eysturbúgvin og Vesturbúgvin landa gulllaks á Toftum, teir hava tilsamans góð 200 tons.

Veiðan verður koyrd til Leirvíkar, til Tavuna, sum keypir gulllaksin.

Skipini hava hendan túrin roynt vestur av Føroya Banka.

Eysturbúgvin og Vesturbúgvin fara nýggjan túr í kvøld.