Eysturbúgvin og Vesturbúgvin landa á Toftum

vinna18-04-2017 - 15:34 - Jóanis Nielsen

 Eysturbúgvin og Vesturbúgvin landa í dag á Toftum, teir hava 280 tons av gulllaksi. Tað er Tavan í Leirvík sum keypir gulllaksin.

Teir hava hendan túrin roynt vestur úr Mykinesi.

Skipini fara nýggjan túr í kvøld, fyrst fara teir á Havnina at taka ís.