Eysturbúgvin og Vesturbúgvin komu á Fuglafjørð í nátt

vinna10-01-2017 - 08:53 - Jóanis Nielsen

 Eysturbúgvin og Vesturbúgvin komu á Fuglafjørð tíðliga í nátt, teir hava verið á makrelveiðu vestur úr Hetlandi, veiðan verður landað til Pelagos í Fuglafirði.

Teir hava gjørt ein túr fyrr í ár, tá landaðu teir eisini til Pelagos í Fuglafirði, tann túrin høvdu teir 230 tons.