Eyðun & Terji á Okkara Voxbotn 2019

Mentan05-12-2018 - 16:46 - Jóanis Albert Nielsen

Sama hvat teir nerta við, so gerst tað til gull. Ættarlið aftaná ættarlið keypa pláturnar, læra seg sangirnar hjá hesum báðum veteranunum, og tí eru vit errin av at kunngera, at Eyðun og Terji spæla á Okkara Voxbotn 2019.

Tað verður sannur rómur, tá gimsteinarnir báðir trína á pallin 29. juni. Teir duga sum fáir at fáa fjøldina at syngja við, og tað er ikki so løgið tá teir hava løg sumNummar,Eros,Dansa,ogDagur legst at degivið sær í skjáttuni.

Frammanundan er longu greitt, at heimskendi úrmælingurin Lost frequencies, Michael Learns to Rock, VSJ og fleiri onnur fara at framføra á Okkara Voxbotn 2019, sum verður tann 29. juni.

Atgongumerki fáast í Power í SMS, Fast-handlunum kring landið, Kunningarstovuni í Steinatúni og á ebillett.fo.