Eyðdis: Hvat er hetta fyri signal at senda hjá løgmanni

Politikkur18-04-2019 - 12:10 - Jóanis Albert Nielsen

Sum vit á jn.fo skrivaðu fyrradagin, so var fundur í Sandavági tann 24. januar í 2017 har umboð fyri vinnuna í Vágum og í Norðoyggjum, borgarstjórarnir í Vágum og Klaksvík og umboð fyri politisku valfeløgini bæði í Vágum og Norðoyggjum vóru á fundi við løgmann.

Fundurin tá var um, at tá ið komið var hartil at Vágatunnilin var útgoldin, tá vildu vágafólk og norðingar, at tað verður hildið fast um gjørdar avtalur um báðar undirsjóartunnlarnar, t.v.s. at tá Vágatunnilin var goldin, skuldi landið yvirtaka tunnilin og tað sama, tá ið Norðoyartunnilin var goldin.

Løgmaður segði tá, at arbeitt varð við málinum, at finna eina loysn, sum skal gagna øllum samfelagnum, men enn hava tey sum vóru á fundi við løgmann einki hoyrt.

Løgmaður lovaði á fundinum at tey skuldu fundast aftur seinni. Borgarstjórin í Vága kommunu, Eyðdis Hartmann Niclasen, sigur við JN.fo at tey hava rykt løgmann eftir svari fleiri ferðir, men einki hendur.

Eyðdis setur eisini spurnartekin við hvat tað er fyri signal at senda Vágafólki og Norðoyingum, at flyta umsitingina av teimum báðum tunlunum til Runavíkar.

- Tað bleiv lovað okkum at man arbeiddi við at gera eina samhaldsfasta skipan. Enn hava vit onki hoyrt ella sæð til hesa, og eg loyvi mær at ivast um nøkur ætlan fyriliggur. Ei heildur hava vit fingið nakra ábending um hvat fyri avleiðingar hendan nyggja skipanin fær fyri okkum ið búgva í Vágum og norðoyggjum, har tunnlanir jú langt síðani er útgoldnir, endar Eyðdis við tá ið vit spyrja hana um viðmerking.