Ewald Kjølbro gevst sum stjóri á Landsverki

politikkur19-12-2018 - 13:10 - Jóanis Nielsen

Ewald Kjølbro er í dag farin frá sum stjóri á Landsverki.

Grundarlagið fyri avgerðini er byggimálið Glasir.

Ewald Kjølbro og Samferðslumálaráðið hava í felag avgjørt at enda samstarvið.

Landsstýrismaðurin í samferðslumálum fer skjótast møguligt at seta ein fyribils stjóra at røkja uppgávur stjórans á Landsverki.