Mynd: Rannvá í Løðu

Evald Niclasen gavst í gjár at koyra farmaflutning

vinna15-12-2018 - 19:52 - Jóanis Nielsen

 Kendi bíggjarmaðurin - Evald Niclasen - gavst í gjár at koyra farmabil, eftir at hava røkt starvið síðan fyrst í áttatiárunum. Evald er 74-ára gamal, føddur í 1944. Stuttligt at viðmerkja í hesum sambandi, at hann sum 9-ára gamal var við miðvágstrolaranum Varðberg ein saltfiskatúr í Barentshavinum, pápi hansara - Herluf Niclasen - førdi Varðberg.

Evald fór sum blaðungur til skips m.a. var hann við Atlantsfarinum í Grønlandi, har teir fiskaðu við bátum frá Atlantsfarinum, hann gavst at sigla í 1979, fór tá at koyra lastbil hjá fyritøkuni N. Niclasen í Sørvági, síðan fór hann at koyra farmabil hjá SSL, seinni broytti SSL navn til Farmaleiðir, Evald koyrdi í nógv ár Farmaleiðir til og úr Vágum, tey seinastu mongu árini hevur hann koyrt hjá Faroe Ship. 

Evald er nærlagdur og arbeiðssamur, hann er álitismaður.