ES-fíggjaður arbeiðsfundur fremur altjóða samstarv um nýggjar hættir at kanna havið

vinna18-02-2020 - 16:07 - Jóanis Nielsen

Í framtíðini fara havkanningar at hava nýggj tól til at máta ymisk týdningarmikil viðurskifti í havinum. Teirra millum eru mátitól til tøðevni, sum eru “maturin” hjá plantuæti, ið er grundarlagið undir mestsum øllum lívi í havinum.

Fyri at fáa sum mest burtur úr hesi nýggju tøknini er neyðugt at fáa fastar mannagongdir, sum øll kunnu hava til sjálvar mátingarnar og viðgerð av úrslitum. Altjóða samskifti og kunning er ein neyðugur táttur fyri at náa hesum. Sum liður í eini “Horizon 2020” ES-fíggjaðari verkætlan (AtlantOS) var Ian Salter frá Havstovuni við á einum arbeiðsfundi, sum hevði til endamáls at umrøða og gera slíkar mannagongdir. Høvuðsniðurstøður og tilráðingar frá hesum fundi eru givnar út í grein, sum kann lesasther.

(Copyright mynd: Seabird Scientific)

Ian Salter (ians@hav.fo)