Eru øll í lummanum hjá stóru reiðaríunum

19-11-2017 - 15:12 - Jóanis Nielsen

Eru øll í lummanum hjá stóru reiðaríunum?

Fríggjadagin tann 17. november fann Tráin Nónklett fram til pennin og skrivaði klummu í alnótsmiðlinum 14. september. Í klummuni leggur Tráin harðliga eftir ”vargunum” í Javnaðarflokkinum, afturfyri at teir ikki longur stuðla galskapsuppskotinum hjá Høgna Hoydal.

Bulurin í klummuni finnist í hesum brotinum: “Øll vita, at andstøðan hevur leingi verið í lummanum hjá stóru reiðaríunum, og nú er tíverri eisini líkt til, at tey hava vald á javnaðartingmonnunum úr sosialdemokratiska miðstaðnum í Føroyum.”

Tráin leggur afturat: “Tað er heldur margháttligt, at hesin flokkurin, sum er sprottin burtur úr arbeiðararørsluni, nú leggur seg skerflatan fyri teimum stóru reiðaríunum.”

Við hesum logikkinum, at hvør og ein, ið ikki er samdur við fiskivinnuuppskotinum hjá Høgna Hoydal, er “í lummanum hjá stóru reiðaríunum”, so má tað vælsaktans siga seg sjálvt, at allir kritiskir partar ið hava sent hoyringarsvar eisini eru. Eisini fakfeløgini: Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag, Klaksvíkar Handverkarafelag, Maskinmeistarafelagið, Føroya Fiskimannafelag, Meginfelag Útróðrarmanna og Skipara- og Navigatørfelagið.

Eru so veruliga øll hesi fakfeløg, aðrir partar ið hava sent hoyringarsvar og meir enn helvtin av Føroya Løgtingi “í lummanum hjá stóru reiðaríunum”? – Ella kann tað vera, at allir hesir partar síggja veruleikan í eyguni og tala at hesum galskapinum?

Tummas Jóhan í Djónastovu