Eru farin undir at breiðka gongubreytina

top09-10-2018 - 22:00 - Jóanis Albert Nielsen
Nú er farið undir at breiðka gongubreytina úr Sandavági inná Giljanes. Tað er partur av ferðslutrygdarætlanini hjá Landsverki. 

Eyðdis Hartmann Niclasen borgarstjóri í Vága kommunu sigur við jn.fo, at tað verður ein grasgeirði út móti vegnum, sum ger at avstandurin verður longri frá gongubreytini út á vegin, og av tí sama verður tað tryggari at brúka gongubreytina.