Mynd frá í fjør
Mynd: Jórunn Elisdóttir Wang

Eru farin eftir súlum í Mykinesi

Mentan25-08-2017 - 21:31 - Jóanis Albert Nielsen

Í Mykinesi eru tey í kvøld farin eftir súlum, tey eru komin út í Hólmin. Í fjør var besta árið seinastu 15-20 árini hjá Mykinesfólki tá ið tey tóku 623 súlur. Í 2015 tóku tey 555 súlur.