Mynd: Hagstovan.

Er føroyska arbeiðsfjøldin enn millum tær størstu í Evropa

vinna20-11-2020 - 15:35 - Jóanis Nielsen

Hagstovan skrivar: Í komandi viku frá 23. til 29. november verður árliga arbeiðsfjøldarkanningin fyri 2020 gjørd.

Í 2019 vóru 31.667 fólk í føroysku arbeiðsfjøldini ella 85,4% av øllum búsitandi í Føroyum, sum vóru millum 15 og 74 ár. Tølini fyri 2019 vísa, at vinnutíttleikin í Føroyum er tann størsti í Evropa, við Íslandi næst aftanfyri.

Arbeiðsfjøldin telur, hvussu nógv fólk kunnu veita arbeiðsmegi av teimum, ið eru millum 15-74 ár og búsitandi í Føroyum.

Ein partur av grundarlagnum undir hagtølunum eru viðtalskanningar umvegis telefon, og á hvørjum ári verða á leið 1.200 fólk uppringd, ung sum eldri.

Arbeiðsfjøldarhagtølini eru gjørd í samsvari við ásetingum frá altjóða arbeiðsstovninum ILO undir ST. Hetta tryggjar, at føroysku hagtølini kunnu samanberast beinleiðis við samsvarandi hagtøl úr øðrum londum.

Tú kanst lesa meira um kanningina her.