Er dámligi kommunulæknin vorðin heksadoktari

politikkur20-07-2019 - 15:11 - Jóanis Nielsen

Er dámligi kommunulæknin vorðin heksadoktari?


Lat okkum verða konstruktiv og semju søkjandi, heldur enn spjaðandi, landi okkara at frama.

Tað sær út til at alt fleiri javnaðarfólk eru meiri upptikin av at spilla Fólkaflokkin út, heldur enn at føra politikk.
Vælsignaði verði tykkum, lat okkum heldur føra politikk enn at draga hvønn annan niður í díkið.

Formaður Javnaðarfloksins tók táttin upp við at útihýsa Fólkaflokkin og fólkafloksfólk í einari møguligari samgongu aftaná valið.
Honum í fylgi komu nøkur av tingmanningini, síðani stuðlar, og har ímillum dámligi kommunulæknin á Tvøroyri, ið enn tykist hanga í.

Hettar minnir ikki sørt um í krígnum har man liggur í skotgrøvum og skjýtur, tá verður tann ið fyrst hevur brúkt alt krúti taparin og alt er oyðilagt rundan um.

Lat okkum heldur verða í eygnahædd og tosa virðiligt saman.

At Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin ikki kunnu verða í samgongu saman er fjas, tí ímillum høgru og vinstru finnist ein miðja.
Og tað er mangan rundan um hesa miðju, ið semjurnar finnast.

Lat okkum verða somikið at okkum komin at vit vísa virðing hvør fyri øðrum.
Lat okkum verða konstruktiv og semju søkjandi heldur enn niðurbrótandi og spjaðandi.

Jóhan Eli Poulsen
Valevnið fyri Fólkaflokkin