
Enniberg siglir heim við 950 tonsum í flaki
vinna03-12-2019 - 10:34 - Jóanis Nielsen
Enniberg er á veg heim úr Barentshavinum, við fullum skipi - umleið 950 tons, meginparturin toskaflak.
Teir byrjaðu fiskiskapin 18. oktober í russikum sjógvi, og endaðu túrin í norskum sjógvi.
Við eru 35 mans hendan túrin og skipari er John Mikkjal Godtfred.
Enniberg verður væntandi á Havnini síðst í vikuni.