Enniberg siglir heim fullfermdur

vinna25-04-2019 - 10:31 - Jóanis Nielsen
Flakatrolarin Enniberg fór at sigla hein í gjárkvøldið, við fullari last - 910 tons - størsti parturin er toskafløk.

Ennniberg byrjaði túrin 16 februar, teir vóru fyrst í norskum sjógvi, fóru so í russiskan sjógv 6. mars. Fiskiskapurin hevur verið smáligur í russiskum sjógvi -  til í páskavikuni, tá var fitt at fáa.

38 mans eru við hendan túrin, skipari er Sonny Johannesen.

Teir vænta at verða heima fyrst í komandi viku.