Enniberg landar í morgun til Tromsø Fryseterminal

vinna05-06-2020 - 10:51 - Jóanis Nielsen

Enniberg landari morgun í Troms í Norður-Norra, teir landa til Tromsø fryseterminal.

20 mans eru við hendan túrin, skipari er John Mikkjal Godtfred.

Enniberg fór av Havnini tann 18 mars.

Teir hava 760 tons av rækjum. Fiskiskapurin hevur ikki verið nakað serligur hendan túrin, teir hava roynt allan túrin í russiskum øki. Tað hevur veri nógvur ísur í ár - ísurin lá langt suður - eisini serliga ringt i Svalbardsonuni og Loynkrókinum. Tað gekk drúgv tíð áðrenn ísur fór burtur. Hann var bæði tjúkkur og tungur í ár - hoyrdist har frá.

Eitt vánaligari rækjuár higartil hjá bæði russum, føroyingum og norðmonnum.