Enniberg fór at sigla heim í morgun

vinna09-03-2018 - 14:56 - Jóanis Nielsen

Enniberg fór at sigla heim í morgun við góðum 800 tonsum av flaki.

Enniberg hevur hendan túrin fiskað alt í norskum sjógvi, kvotan hjá Enniberg í norskum sjógvi er uppfiskað.

Teir mynstraðu 23 januar, væntandi verða teir á Havnini komandi mánadag, so talan er um ein skjótan og góða túr - fiskiskapurin hevur verið góður - umleið 19 tons av flaki um dagin.

38 mans eru við hendan túrin, skipari er John Mikkjal Godtfred.